Maria Mørkøre í Ríbarhúsi

Maria Mørkøre letur upp málningaframsýning í Ribarhúsi leygardagin, 3.11. Framsýningin hongur uppi til hósdagin 29. novembur. Maria Mørkøre er fødd 1967 í Klaksvík. Hevur gingið á Listaskúla í Hillerød 1996-98. Hon livir av at mála málningar og undirvísir eisini í myndlist.
Jólasølumarknaður í Ribarhúsi

Um áhugi er fyri tí, verður skipað fyri "jólasølu-marknaði" í Ribarhúsi leygardagin 24. og sunnudagin 25. nov. 2018.
Marita Reynheim Danielsen í Ribarhúsi

Vælkomin til ferniseringina hósdagin 11. oktobur kl. 16. Marita er fødd og uppvaksin í Tórshavn, er gift til Runavíkar og hevur búleikast har í nøkur ár. Marita hevur málað, síðani hon var smágenta, og hon hevur elskað tað frá fyrsta pensilstroki.