Thyge Risvig í Ribarhúsi

Thyge Risvig, danskur listamaður, stillar út í Ribarhúsi, frá 6. juni til 19. juni.
Thyge er bróðir Ronald Risvig, sum fyri stuttum var í Føroyum og greiddi frá um bókina, sum hann hevði skrivað um Matador.  Thyge  Risvig er føddur  23. juni 1945 í Brande í Jyllandi. Hann hevur teknað frá barnsbeini av og er útbúgvin málari og lærari . Læraraprógv tók hann 1998 frá Jelling Statsseminarium     t. d. í myndlist. Verið á skeið í myndlist 2003 hjá Evald Jensen á Listaskúlanum í Vejle. Skeið á Listaháskúlanum í Aarhus hjá Max Parylewacz.  Thyge heintar íblástur til sínar málningar  frá ferðum í Noregi, Svøríki og Føroyum. Myndirnar eru natúralistiskar og avspegla tað, sum eygað sær av tí stórfingnu natúrini, har vindbardir klettar, hástór fjøll, grýtut lendi og fuglar nema við penslar hansara og fáa hesar sjónir at liva sítt inniliga lív í málninginum javnt, samt og tamt.
Ferniseringin verður mánadagin, 6. juni kl 19:00 í Ribarhúsi.