Varmakelduframsýning í Ribarhúsi

Hósdagin, 30. juni kl 20:00 letur Ása av Reyni Jøkladal málningaframsýning upp í Ribarhúsi við heitinum: “Fólk og Frásagnir”.
Hetta er aðru ferð, at Ása sýnir fram málningar sínar.
 
Ása av Reyni Jøkladal varð fødd 15. november 1955 í Tórshavn, hon er dóttir mæta listamannin, Ingálv av Reyni 1920-2005, og mamman er, Elsa av Reyni, fødd Thomsen úr Porkeri. Elsa livir enn, hon er 95 ára gomul.
Tunt er tað blóð, sum ikki er tjúkkari enn vatn. Ingálvur av Reyni hevði frøtt seg yvir, at dóttir hansara var farin inn um Markná á Kambsdali og læt upp framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Hugsi, at mamman tekur undir við hesum, og gleða vit okkum til hesa sýning, sum letur upp hóskvøldið 30. juni kl 20:00. Málningaframsýningin er opin alla Varmakeldustevnuna og allan juli mánaðin.
Ása er útbúgvin námsfrøðingur og hevur megin partin av lívi sínum arbeitt við børnum í barnagarði. Við sínum listaliga gávum hevur hon ment tey skapandi evnini, sum børnini hava, til gleði fyri bæði børn, foreldur og familju.
Ása hevur eitt stutt skifti gingið á Københavns Kunstskole, og í tveimum førum verið í listaskúlanum Ignatius á Nørrebrúgv.

Fyrsta framsýningin Ása hevði var í gamla atelierinum hjá pápa sínum, sum hevði verið hansara málarastova í meira enn 40 ár.