Else Husted Kjær, listakvinna og skald í Ribarhúsi

Else Husted Kjær býr í Nees við fjørðin Nissum í Vesturjútlandi - 4 km frá Norðsjónum. Hon er útbúgvin  frá fróðskaparsetrinum í Aarhus í skaldskaparsøgu, har hon las í 5 ár. Hon hevur so valt listina fra um hesa grein. Hevði sínar fyrstu sýningar í Lemvig og í Tórshavn 1970, og nú er hon aftur komin á klettarnar við síni list.
Hennara myndir eru ljómandi, alfagrir gimssteinar, sum tosa sítt stumma mál livandi, ekspressivt. Tað er ein slík    gleði  yvir hennara skaldaverð og listaligu lon í Nees. Hevur tú verið her og vitjað, fer hetta aldri úr minninum. Har hevur hon sítt listaliga slott, har eitt torn tekur hendur saman um "Poesigaarden", sum er hennara gallarí og bústaður.
Hon letur upp sína framsýning í Ribarhúsi fríggjadagin, 2. sept. Kl 17:00 og framsýningin hongur uppi allan septembur mánaðin. Hon er eisini við á málningaframsýningini, sum er í fimleikahøllini.
Hennara heimasíða er: www.poesigaarden.dk