Fjord Plakat í Ribarhúsi

Fjord Plakat hevur søluframsýning í Ribarhúsi í døgunum 24. nov. til 6. des. Á søluframsýningini hevur tú møguleika at síggja hvussu plakaturnar hjá Fjord Plakat taka seg út á einum veggi, har tú áðrenn bert kundi síggja hesar á netinum.

Søluframsýningin er soleiðis sett upp, at um tú hevur hug at keypa eina plakat kanst tú gera hetta á staðnum, og fær tú hesa heim við í einum røri.

Framsýningin er í døgunum 24. nov. til 6. des. og er opin meðan Ribarhús er opið: mánadag til fríggjadag frá kl 15.00 til kl 17. 30. Leygardag frá kl 11.00 til kl. 13.00.

Fjord Plakat er eisini við í jólasøluni ið verður í Ribarhúsi 26. og 27. nov.

Fjord Plakat