Heðin Kambsdal í Ribarhúsi

Ljósið rann av kærleiksrunni, lívið spratt av kærleiksgrót…ja, ljóslistamaður er Heðin hin frægi. Tað er mangan hugtakandi at sjá hansara løg í ljósstrokum, ljósfyllingum, lagdeilda ljósinum, sum nemur við fjøll, loft, tekjur, vegir og gøtur.
Tað er eins og tað poetiska í ljósinum fevnir um okkum øll, og vit kenna okkum sum ein part av hesum vetrarljósi. Jú, hetta er gott at síggja, nú jólini stunda til. Leirvíkar kirkja livir á ein heilt annan hátt, nú jólini brátt eru komin at gørðunum, orðið í hesum ljósi fer at spretta og verður um okkum og okkara dýrdargest, Jesus í krubbuni.
Heðin Kambsdal sýnir fram í Ribarhúsi frá 15. desember og árið út.