Málningaframsýning hjá Lailu Nikolajsen, dóttir Johild hjá Sam.

Mikukvøldið, 1. februar kl. 19:00, letur Laila Nikolajsen upp málningaframsýning í Ribarhúsi. Laila býr í Vestmanna og er dóttir Johild og Ole Nikolaisen. Johild var ættað úr Fuglafirði og varð borin út sunnudagin, 8. januar í ár úr Fuglafjarðar kirkju. Hon var dóttir Sam og Margrethu Jacobsen. Ole er dani, og í hansara familju vóru eisini fólk, sum høvdu skapandi evni. Margretha var av tí musikalsku familjuni í Havnini, sum hevur Guttesen til eftirnavn. Sam var sonur johannus í Lon og Anna Margrethu, sum var ættað av Syðradali . Lonaættin er tiltikin musikalsk. Her hava tey musisku, musikalsku og tey skapandi evnini ikki skortað. Ja, ofta er stuttur vegur millum tónleik og myndlist, og kann hetta fara upp í eina hægri, listaliga eind til gleði og gagns fyri fólk flest.