Arnold Vegghamar i Ribarhúsi

Mikudagin, tann 22. febr. kl 15:00 sær ein málningaframsýning hjá Arnold Vegghamar dagsins ljós í Ribarhúsi. Hetta verður ein litríkur innsúgur við 15 málningum, sum koma at tosa sítt stumma mál her undir hesum bitum til týsdagin 14. mars.

Ja, Norðoyggjar hava millum ár og dag fostrað mong góð listafólk, sum hava latið hesa natúr, ja, nógva staðni hetta fjøllbroytta , skaldakenda skarðlendi í ein litríkan búna, sum hevur sett seg í eygnakrókarnar á fólki . Hetta sæla lív livir innast inni við í okkara sálarkrókum dag og nátt og siga hesa vøkru søgu um livandi penslabørn t. d. undan hond Arnold Veghamars, sum dansa bæði vals, langdrigið tangostev,”reyðlendara” og sælan rokk undir grønum, bláum og okkurgulum einglaveingjum, sum hava sítt upphav t. d. á Viðareiði.

Ja, Arnold er ein klófastur bygdalistamaður, sum við sínum kynstri hevur sett dám á sund og fjørð, fjøll, fjøruklett og fjallatind við ljóslivandi litkornum, sum taka um hús skjøldrar, gluggar, tekjur og lesa eitt Faðir vár í dur og mol til stóra gleði fyri land og fólk.