Lívið, litir og list - Marita Vestergaard í Ribarhúsi

LÍVIÐ, LITIR OG LIST
Marita Vestergaard í Ribarhúsi
3.-19. apríl 2017

Marita er lovandi listakvinna av Glyvrum. Hon er 23 ára gomul og hevur málað, síðani hon var 16 ár.
Marita hevur havt framsýningar og verið við á framsýningum fleiri staðni í Føroyum umframt í London og so langt burturi sum í Argentina.
Málningarnir á framsýningini eru sera ymiskir, men allir lýsa teir eitt ríkt kenslulív hjá gávuríki listakvinnuni.