Helena Kjeld í Ribarhúsi

Djørv eru tey ungu. Tey fara út um landoddarnar at søkja sær kunning á ymsan hátt, so teimum verður ein lívsleið t.d. á tí skapandi breytini - livandi ljós og føgur.
Helena Kjeld er ikki nakað undantak, men hevur í 6 mánaðir í seinastuni verið á listaháskúlanum í Holbæk, har hon hevur havt málningalist.
Nú heldur hon fast um penslabørn síni og fer, eftir summarfrítíðina á lærda háskúlan í Cambridge at læra meir innan myndlist.
Stevið verður kanska eitt sindur annarleiðis, men tað, sum hon leggur í sínar myndir, fer at trína dansin á ein skaldakendan hátt til gleði og gagns fyri hana og okkum, sum fara at skoða verk hennara.
 
Mikukvøldið, 26. apríl kl 19:00 letur hon upp framsýning í Ribarhúsi, sum ber heitið: “Sum tey gomlu minnast, og tey ungu síggja!”.
Hetta eru alfagrar poetiskar myndir. Framsýningin hongur uppi til týsdagin 16. Mai.