Sólgerð í Ribarhúsi 24. mai til 1. juni

Mikukvøldið, 31. mai kl 19:00 verður ein lítil skaldakend løta um bókina og Sólgerð.
“Heimi á Sandi” í Fuglafirði býr ein fjøllbroytt listakvinna, Sólgerð Andreassen, lærari og skyldkona, skald, tónleikari og listakvinna, sum nú um dagarnar fer at koma út við einari nýggjari bók, "Tjaldrið í Hoyvík."
Hon hevur skrivað og teknað myndirnar í bókini. Hennara ljósfyltu orð bera boð eina skaldakenda kvinnu, sum í litum, tekningum, fjølgar um okkara lítla fitta samfelag í tign og sóma, ið gevur íblástur til børn og vaksin. Sólgerð er ættað av Oyrabakka.
Foreldur hennara eru Lina og Tummas Anthoniussen, systkinabarnið. Lina var ættað av Oyrabakka og Tummas úr Oyndarfirði.
Um bókina stendur skrivað á baksíðuni: Kennir tú tjóðfugl okkara, tjaldrið? Les um, tá ið tjøldrini koma heim aftur at reiðrast, men ikki finna gamla reiðursplássið, tí fólk hava bygt hús har. Les um tjaldurspápan, sum dámdi so væl ost, og um lítlu Pinku, sum fekk ull um beinið. Fylg tjaldrinum frá tí tað kemur, til tað fer avstað aftur.
Sólgerð hevur skrivað aðrar bøkur t. d. "Knassi og Rokkarin", hevur myndprýtt fleiri bøkur, t.d. Boggelibogg 1 og 2 hjá Haldu Hansen, og eigur og rekur Sp/f Sansan og Sjóstovuna Unika. Sólgerð sýnir fram í Ribarhúsi tekningarnar, sum hon hevur gjørt til bókina, frá týsdegnun 24. mai, til hósdagin 1. juni.
Mikukvøldið, 31. mai kl 19:00 verður sum áður sagt, ein lítil skaldakend løta um bókina og Sólgerð.
Framsýningin er opin hvønn dag, meðan Piddasahandil er opin.
Bókin fæst í bókahandlum kring landið.