Ragnhild Kjærbo í Ribarhúsi

Komandi vikurnar fara tær spennandi og sermerktu myndirnar hjá Ragnhild Kjærbo at prýða gomlu veggirnar í Ribarhúsi.
 
Framsýningin letur upp mánakvøldið 19. juni kl. 19.00.
 
Áshild Kristiansen lesur upp yrkingar, og Helgi Midjord syngur nøkur løg.
 
Eisini verður drekkamuður við onkrum søtum afturvið.
 
Øll eru hjartaliga vælkomin.