Vagnur Dam í Ribarhúsi

Hósdagin 6. juli 2017 letur Vagnur Dam upp spennandi framsýning.
Við á framsýningini verða nógv ymisk verk, td. linoleumsprent, vatnlitsmyndir, tekningar av ymsum slag, mest í A3 og A4 stødd, og nakrir málningar –
Ein góð blanding av øllum.
Myndaevnini eru mest føroysk, men eisini abstrakt mynstur o.a. er við.
Vagnur hevur altíð tekna og mála og er nú komin inn á kunstakademiið í Oslo.
Framsýningin hongur uppi í Ribarhúsi til 18.juli og er opin tá Piddasahandil er opin.
Fernisering verður 6.juli kl. 20:00 - við kaffi og te og onkrum søtum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.