Vera Mørkøre og Elin Nora Reines í Ribarhúsi

Vera Mørkøre og Elin Nora Reines í Ribarhúsi -20 juli til 15. August 2017.

Hósdagin, 20 juli lata Vera Mørkøre og Elin Nora Reines upp málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði.
Tær hava valt at vera saman um framsýningina. Eisini fyri at gera framsýningina meira fjølbroytta.
Málningarnir, íð tær sýna fram, eru sera ymiskir og allir eru akrylmálningar.

Vera Mørkøre: Fór at mála saman við ommu míni, tá eg var umleið 16 ára gomul. Tað var soleiðis at áhugin fyri at mála vaks í mínum sinni. Havi gingið á kvøldskúla í máling í nøkur ár, eisini tikið onkur stutt skeið av og á.
Elin Nora: Var á mínum fyrsta máliskeiði í 93, fyri at læra litblanding og havi síðani verið á bæði longri og styttri máliskeiðum, eisini fyri at vera saman við øðrum og fyri at fáa íblástur

Framsýningin hongur uppi til týsdagin, 15. August, og er opin meðan Piddasahandil er opin.
Er opið aðrar tíðir, kunngera vit tað á okkara Facebook vanga
Framsýningin letur upp, hósdagin 20 juli kl. 17.00
Kaffi/ te og okkurt afturvið verður at fáa.
Hjartaliga vælkomin