Marnhild Hilma Kambsenni - Húsini tosa

Húsini tosa
Listaframsýning verður í Ribarhús í Fuglafirði
16.august til 5.septembur 2017
Fernisering er tann 16.august kl. 19:00

Marnhild Hilma er fødd 1956 í Fuglafirði, og er dóttir Hilmu og Fredag Kambsenni. Hon flutti til Ísland 1977 og hevur búð har síðani.
Hon er limur til Myndlistarfélagi Árnessýslu og hevur málað síðan 2010. Hon hevur verið á ymiskum skeiðum hjá lærdum listalærarum og er eisini limur í Art Academi skúlanum í Danmark. Marnhild hevur atlier í Reykjavík og málar hon við oliu.