FJORD í Ribarhúsi

FJORD ynskir at bjóða tær til søluframsýning við plakatum og rammum í Ribarhúsi í Fuglafirði.

Ferniseringin verður hósdagin 23. nov. kl. 16.
Bárður á Lakjuni kemur at framføra nøkur løg :)
Eisini bjóða vit kaffi/The/sunkist og okkurt gott afturvið.

Við á søluframsýningini verða bæði nýggjar og eldri plakatir. Vit fara eisini at hava nakrar plakatir við lundabeiggjanum- og didduni ið annars eru útseldar.

Á framsýningini verður eisini høvi at keypa rammur til plakatirnar í øllum støddum :)

Framsýningin er opin soleiðis:
Mánadag - fríggjadag kl. 15 - 17:30
Leygardag kl. 11 - 13

Hjartaliga vælkomin ein túr inn á gólvið :)