Sámal Toftanes í Ribarhúsi

Sunnudagin 10. desembur klokkan 15.30 letur upp málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Sámal Toftanes sýnir fram.

Hetta er fjórðu ferð, at Sámal sýnir fram í Ribarhúsi, og honum líkt kemur íblásturin til myndevnini framvegis fyri tað mesta úr nærumhvørvinum; bygdalagsmyndirnar fylla eisini mest hesaferð. Tó eru eisini fleiri spennandi fólkalívsmyndir og meiri fríar hugflogsmyndir við. Málningarnir eru 17 í tali.

Fernisering verður sunnudagin 8. desembur kl. 15.30, har Bárður á Lakjuni fer at syngja. Harumframt verður lættari ábit og ein góður drekkamunnur at fáa.

Framsýningin í Ribarhúsi verður opin allan desember. Vanliga er opið mánadag – fríggjadag frá kl. 15.00 – 17.30 og leygardag frá kl. 11.00 – 13.00.