Maria Lútzen í Ribarhúsi

Maria Lútzen letur upp framsýning í Ribarhúsi hósdagin 1.februar 2018. Kl. 15.00
Hon sigur um  seg sjálva:
Eg eri ættað úr Oyndarfirði, búsitandi í Svínáum. Havi frá barni av dámt sera væl at tekna. Eg byrjaði at mála við olju fyrst í 70 unum. Byrjaði at brúka akrylmáling í 80 unum. Eg máli mest náttúru myndir og havi verið við á nógvum framsýningum saman við øðrum, eisini havi eg sýnt fram einsamøll. Eg máli mest naturalistiskar málningar, men havi eisini roynt meg við abstraktum.

Fyrstu ferð eg var við á eini framsýning, var eg trettan ára gomul, har eg luttók við tekningum til framsýning hjá Amnesty International. Síðan luttók eg fast á páskaframsýningini hjá Lionsclub í Runavík í fleiri ár. Annars havi eg veri við á framsýning hjá Skótunum í Runavík síðan tey byrjaðu.

Eisini havt framsýningar á hesum støðum:
Føroya banki Strendur
Á stevnum á Skála, í Klaksvík
Í Oyndarfirði
Müllers pakkhús
SMS
Ólavsøkuframsýning í Listaskálanum
Smiðjuni í Lítluvík.

Tað sum eg kann siga um framsýningina í Ribarhúsi er, at hetta eru málningar málaðir við akryl máling, og eru teir í ymiskum støddum. Málningarnir vísa mest landsløg í Føroyum, tó er okkurt skip við eisini. Tað, sum eg hugsi mest um, tá eg máli, er samanspæl í litum og ljósi.

Framsýningin er opin fram til 21.februar.