Frits og Øssur í Ribarhúsi

Øssur Mohr og  Frits Johannesen fara at hava málningaframsýning í Ribarhúsi frá leygardegnum, 7. apríl til týsdagin, 24. apríl undir heitinum: Lærarin og næmingurin. Ferniseringin verður leygardagin 7. apríl kl. 16:00. Vega syngur, og tala verður hildin.
Øssur og Frits eru fuglfirðingar og eru uppvaksnir í Fuglafirði. Frits var flokslærari hjá Øssuri í 10 ár - frá 1968 til 1978, sostatt eru liðin 50 ár síðani hesin námsfrøðiligi bátur varð tikin fram í lívsins lunnbót.
 
Øssur Mohr
Øssur Mohr er sonur  Poulu og Jákup Mohr. Øssur hevur verið víða um við  sínari list. Hann fór at mála sum 28 ára gamal. Skjótt komu  skap, litir og strok undan, sum tosaðu sítt stumma mál sínámillum á ein virðiligan, skinsaman og listaligan hátt, sum fangaði eygað, tankar og hugsan hjá teimum, sum góvu sær far um at eygleiða hesa listaligu gongd hansara. Hon er annarleiðis í mun til ta staðkendu listina, føroyska list og danska list.

Flokkurin
Frits var flokslærarin, har hesir spírar komu í skúla sum 6-7 ára gamlir. Flokkurin var ein livandi flokkur við ríkum gávum, sum komu til sjóndar í teimum skapandi lærugreinunum - í myndlist, sangi og tónleiki. Hugsandi er, at hesi spor hava sett seg í sinnið. Flokkurin var óførur at syngja, sum flestu flokkar gjørdu í skúlanum tá. At syngja tvírøddað og trírøddað, var eingin trupulleiki. Næmingarnir í flokkinum spældu blokkfloytu-, sopranfloytu, tenorfloytu og altfloytu. Í myndlist vóru flestu næmingar á skúlanum  knávir, raskir og høvdu eitt gott skapandi medvit, sum sanniliga var teimum, lærarunum, skúlanum og foreldrunum til gagns. Ein skúli, sum ikki lívgar um tær skapandi lærugreinirnar, kemur at liva undir eini tvørætt, sum ikki nørir um sinnið og skinnið á næmingunum og skúlanum.  Livst, so spyrst!
Tvey listafólk komu undan úr hesum flokki – Anni Haraldsen og Øssur Mohr. Tað kundu væl verið fleiri – eingin ivi um tað, um hesin andi hevði rørt við ta listaligu vøgguna hjá hesum næmingum, um tey róðu út á tí listaliga økinum á sama hátt, sum t. d. Øssur.
 
Familjan
Gleðina kann eingin taka frá tær, og tá tað snýr seg um ta listaligu gongdina, so eru stevini serliga sjáldsom. Familjan livir eitt sindur fjalin, men sinnalagið nertur við tey skapandi evnini. Bróðir Øssur, Hans Mohr hevur listaligar gávur. Hann eigur eina rúgvu av fotomyndum úr Fuglafirði, av fuglfirðingum, sum er ein frøi fyri eygað at sjá. Dóttir Hans og Maikin, Bjørg Mohr, er ein dugnalig listakvinna. Kona Hans Mohr, Maikin er systir listamannin í Norðragøtu, Tummas Jákup Thomsen. Jú vakurt er tað, hvussu skyldskapur rørist og nørist í sinninum. Hugans rák lívgar um lívsrøturnar.
 
Frits
Frits hevur teknað alt sítt lív og fór at mála sum 22 ára gamal. Hann er 73 ára gamal og málar enn.Heðin Kambsdal og Frits eru systkinabørn. Símun Olivur Johannesen, var pápabeiggi Frits og morbróðir Heðin Kambsdal. Hann var tann  fyrsti fuglfirðingurin, sum fór at mála. Hann málaði sín fyrsta málning 1922. Hann varð føddur 1900, sostatt var hann 22 ára gamal. Hetta vóru leiktjøld t. d. til sjónleikin: Magnus, ið var spældur á loftinum í Rættarbúðini um hetta mundið, sum Magnus hjá Sjúrða, Magnus Andreassen stóð fyri. Leiktjøldini vórðu málað heima í barndómsheiminum hjá Símuni, uppi í Toftum í Fuglafirði, uppi á kamarinum. Símun málaði til sín doyggjandi dag. Hann var, sum sagt,  føddur 1900 og doyr 1983.
 
Endi
Nú er tað, flokslærarin og næmingurin, tað snýr seg um. Vónandi fer hetta at nema við okkara jørðildi, so hetta fer at koma undan í komandi tíðum í ráki  í  litum, skapum og samansetingum á ein listaligan hátt til gagns fyri samfelagið.