Petra Ivertsen og Ragnar Guttesen í Ribarhúsi

Petra Ivertsen og Ragnar Guttesen úr Kvívík lata upp framsýning í Ribarhúsi hósdagin 3. mai kl 16:30 og er framsýningin opin til sunnudagin 22. mai.
Petra Iversen : Hon er fødd og uppvaksin í Kvívík. Vit kenna hana eina mest sum ein sera virknan kórsangara, og ikki minst fyri hennara ótalligu framførslur av Kingosangi. Á vári 2012 fór hon á glasskeið hjá Louise Hjerrild, og beiv hon so hugtikin av at arbeiða við glasi, at mangir eru tímarnir, sum eru brúktir á glasverkstaðnum í Kvívík eftir henda dag. Ja hon sigur, at fatan av rúmd og tíð studum hvørva og eru býttir um við alskins litir í hesi gongd. Í 2015 vóru hon og Ragnar á workshop hjá Branku , sum er ætta frá Bosnia Herzegovina. Hetta var eisini sera gevandi og mennandi fyri at halda á fram við glasinum. Her fekk ein veruliga hug at royna alt í millum himmal og jørð, knúsa royðugrót og blanda tað saman við glasi, eins og sand og silvur umframt kopar. Okkurt hevur staðið sína roynd, men nøguleikarnri eru nærum óendaligir.
Ragnar J. Guttesen: Eitt frítíðarítriv langt frá dagliga yrki sum verkfrøðingur. Eg havi ikki lagt bond á meg við nakrari listarligari ”sjangru”, men ikki kemst uttanum, at Archie Black hevur haft góða ávirkan á meg sum lærumeistari. Nakrar framsýningar havi eg luttikið á, her heima og i Danmark. Men ikki hevur altíð verið stundir til at mála, tí tey seinastu árini hevur áhugin fyri glasi eisini fylt nógv. At mála og skapa er ein gleði og broyting frá tí daglig. Við fáum litum at skapa eina mynd við fleiri litum, dýpd og skuggum. Ikki bert landsløg, men eisini lýsing av menniskjum. At flyta eitt hugskot til eina mynd, sum eg finni gleði í at skapa, og sum eg vóni, eisini er til gleði fyri onnur.