Herdis Justesen og Jutta Linklett í Ribarhúsi

Leygardagin, 26. mai kl. 14:00, letur framsýning upp í Ribarhúsi við møðgunum, móðir og dóttir, Herdis Justesen og Juttu Linklett.
Hetta verður ein áhugaverd og ørðvísi framsýning, sum vit kanska ikki so ofta síggja her á landi.
Mamman, Herdis, bindur sjál í ymiskum litum, skapi og mynstri. Hetta er bæði til eldri og yngri kvinnur. Dóttirin, Jutta Linklett, teknar vakrar, lyndrandi, samfingnar tusjtekningar við einum snøggum, lívrunnum tusjblýanti. Hon er læknaskrivari, so anatomiin livir eisini undir hennara hond.
Framsýningin er opin dagliga tá Piddasahandil eisini er opin og kann síggjast til og við 7. juni.
Hjartaliga vælkomin.