Jørgin Olsen í Ribarhúsi

Framsýningin letur upp leygardagin  9. juni kl. 16:00 og hongur uppi til 1. Juli.
Jørgin Olsen er ættaður úr Fuglafirði og flutti sum 25 ára gamal til Runavíkar. Hann er sonur Ingrid og Elias Olsen. Ingrid var úr Lambanum í Fuglafirði, og Elias var ættaður úr Rituvík..
Í móðirlegg var abbin Sámal og Jacobina í Labanum. Hetta er ein poetisk familja, sum í orðum lyftir tað skaldakenda á ein sera skemtiligan hátt, sum hevur glett mangt eitt hjarta í bygdini og víða um.
Tað er eins og tað rúnabundna, poetiska kemur undan penslabørnunum hjá Jørgini.
Jørgin hevur málað síðan ár 2000 og verið við á nøkrum framsýningum hjá Lions og hevur eisini havt framsýningar sjálvur. Hansara myndir renna aftur á føroyskt umhvørvi, har fólk, bátar og neyst liva sítt sæla lív í málningum hansara.
Opið er dagliga, tá Piddasahandil eisini hevur opið.