Marni Kruse í Ribarhúsi

Hósdagin, 5. juli kl 17:00 letur upp framsýning í Ribarhúsi. Tað er Marni Kruse av Oyrabakka sum sýnir fram. Mamman, Jonhild er av Oyrabakka og pápin, Óla Jákup er av Eiði.
Her er gott blóð í æðrunum, og letur hann síni penslastrok festa seg í natúrlýsingar úr umhvørvinum, har hann kemur frá. Tað er eitt samfingið ljós, sum kemur undan hansara hond- reint, ljóst og klárt.Hann lesur á lærda háskúlanum í Tromsø í løtuni og verður liðugur næsta ár.
Framsýningin er at síggja í Ribarhúsi fram til síst í juli.
Vælkomin :)