Jón Magnus Joensen í Ribarhúsi

Hósdagin 6. september kl. 15, letur Jón Magnus Joensen upp framsýning.
 
Myndevnini eru úr náttúruni bæði í bygdum og óbygdum. Ljósið spælir mangan ein leiklut.
Áhugin hjá Jón at mála byrjaði longu, tá ið hann var 13 ár. Áðrenn tað hevði honum altíð dámt at tekna. Jón sýndi fyrstu ferð fram á Ólavsøkuframsýning sum 15 ára gamal. Síðan luttók hann mangan á hesi framsýning – eisini tá ið hon seinni varð sensurerað.
Sum 21 ára gamal sýndi hann einsamallur fram í Smiðuni í Lítluvík í Havn og har hevur hann havt fleiri framsýningar síðan tá.  Hann hevur eisini havt framsýningar ymsa aðrastaðni við.
Í 2003 var Jón á málaraskúla í Holbæk.
Jón er argjamaður og býr í dag á Toftum.
Á framsýningini í Ribarhúsi hevur Jón bæði málningar og eisini fleiri myndevni í papmaché og rammu í ymsum støddum.
Framsýningin er september mánað út og letur upp hósdagin 6. september kl. 15, har okkurt leskiligt verður til ábit.
Opið er gerandisdagar frá kl. 15.00 til 17.30  - Leygardag frá kl. 11.00 til 14.00
Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið.