Tummas Jákup í Ribarhúsi

Sunnukvøldið  9. august kl 20:00 letur  myndlistamaðurin, Tummas Jákup Thomsen úr Norðragøtu, framsýning upp í Ribarhúsi.  Foreldur hansara eru Jóna og Helgi Thomsen. Jóna er ættað úr Fuglafirði, dóttir Gøtu Óla Jákup og Malenu, og Helgi er sonur Thomas Jacob og Magdalenu úr Norðragøtu.
Tummas Jákup er føddur í 1962 og hevur sett síni spor í tann føroyska listaliga heimin fleiri ferðir og verið  víða um og sýnt fram. Ja, hetta er rørandi at hugsa sær, at eitt listafólk av hesum klettum  fer at sýna fram sínar myndir so fjart sum til Tjekkia. Hann er sjáldsamur, listaligur tríhyrningur, sum hevur verið í Danmark og sýnt fram fleiri ferðir, í Ekely í Noregi, har Edv. Munch  búði og málaði, í Týsklandi og, sum sagt, í Tjekkia og í Rom – Skandinavisk Kunstner Kollegium. 
Ja, tað eru rørslur í Tummas Jákupi. Hann er barnvaksin í Norðragøtu, so hann hevur sæð og hoyrt mangt og mikið, sum hevur flutt hansara hugflog um fjallagreinar, upp á Støðlafjall, Tyrlarnar, Leirvíksfjall og  um Gøtunes og Mjóvanes. Gøtuvík við sínum bylgjandi drátti  - í inn- og útsúgi - , í litríkum íðukálvum (sum á myndini) hevur latið av sær í seigligum aldudragi, sum aldaði bæði í ljóði og sjón um antennur og fólk. Ja, hetta er sjón fyri eygað.