Elisabet Maria Pálsdóttir

Elisabet Maria Pálsdóttir, Syðrugøtu, letur upp framsýning í Ribarhúsi mikukvøldið 2. septembur kl 20:00

Elisabet Maria er dóttir Sædis Eilifsdóttir og Páll Jacobsen, sála. Systkin hennara eru Elinborg, Eivør, Magnus og Erling. Tey skapandi evnini í familjuni hava ríkað okkara listaliga kova. Hans Jakku Hansen á Brúnni, yngri úr Fuglafirði, var langabbabeiggi Elisabet. Hann hevði ríkar gávur  og setti  djúp spor eftir seg í skaldskapi, tónleiki og myndlist. Tað eru nú 12 ár síðani hann doyði sum sjeyti fimm ára gamal. Klæmint Jacobsen er morbróðir hennara. Ja, Eivør kenna vit sum ein úrmæling í sangi og tónleiki. Hon dugir eisini at mála og so systirin, Elinborg, hon er eisini ein sangfuglur. Páll málaði somuleiðis, og Sædis arbeiðir við glasi, so nógv gott er komið undan hondum teirra..  Ja, hetta er so stak vakurt, at vit kunnu flyta okkum í hugtøkum í list og tónleiki, sum ríkar okkara lítla, fitta samfelag mentanarliga.
Elisabet Maria er bert 20 ára gomul. Hennara gløggu, ungu eygu hava leitað oman á sandin í Syðrugøtu, og har finnur hon smálutir, sum ongan týdning hava, men við sínum skapandi evnum letur hon lutirnar í ein nýggjan búna, eitt nýtt poetiskt snið, so hesin boðskapur í hesum smásprekum fær eitt øðrvísi skaldakent tilhald undan hond Elisabeth Mariu... ein nýggjan týdning. Hon hongur eisini myndir upp, sum hon hevur gjørt, sum  koma at prýða veggirnar í Ribarhúsi í 14 dagar.
Tá ið latið verður upp, syngur systir hennara, Elinborg Pálsdóttir.