Bernhard Samuelsen í Ribarhúsi

Fríggjadagin 18. sept kl 20:00 letur Bernhard upp einsæris málningasýning í Ribarhúsi. Bernhard er fuglfirðingur,  og uppvaksin Vesturi í Innandals.

Hann er sonur Kristinu og Ole Jacob- Olla á Geilagarði. Tað er so stak vakurt í Innandals, har natúran undir Blábjørgum og í Gjógvará lata av sær av Guða givnum ljóði og ljósi alt døgnið, so eygu og oyru hava sælar stundir av hesum fyribrigdi.

Hann hevur stillað út  á Varmakelduframsýningini, og nertur hann  við sínum penslum  á ein natúrligan hátt, tað sum eygað sær næst við....  eins og skýljós og  grúgvuljós hálsfevnast í fríum lofti undir hansara penslastrokum.

Hann er útbúgvin málari , og framsýningin hongur uppi til hósdagin 1. oktobur.