Kristina og Bjørg í Ribarhúsi

Ein løta í millum nógvar.
Bjørg Jacobsen, úr Tórshavn og Kristina Joensen, úr Fuglafirði lata upp málningaframsýning  í Ribarhúsi, fríggjakvøldið, 2. okt. kl 19:00.
Í myndum teirra liva løtur frá gerandisdegnum sítt sæla lív og ikki at forsmáa kópakonuna, sum kemur undan kavi á ein virðiligan hátt .

Myndirnar hjá Bjørg eru kliptar í pappíri í ymiskum litum, ið avmynda løtur í gerandisdegum á ein skemtligan hátt.

Myndirnar hjá Kristinu eru málaðar við acryl og vísa tær løtur hjá kópakonuni í strentum skapi, eins og trýstrendnál, ið dregur tráðin út og inn í litfagrum inn- og útsúgi um flúrar og sker í málninginum.

Bjørg og Kristina siga nøkur orð, um hvat teirra tankar eru handan myndirnar.

Øll eru hjartaliga vælkomin.