Formansskapið í Fuglafirði


Bertel Haarder hevði fingið frænir av, at í kjallaranum í Ribarhúsi vóru gamlir bátar varðveittir saman við ymiskum fiskireiðskapi. Hetta vildi hann fegin síggja.
Formansskapurin hjá Fólkatinginum, sum í nakrar dagar hevur verið gestur hjá Føroya Løgtingi, var í gjár í Fuglafirði, har løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, rættiliga var á heimavølli sum vertur fyri ferðini.
Tey vitjaðu á Havsbrún, har Odd Eliasen, stjóri, greiddi frá virkseminum har og gongdini annars yvir eitt áramál. Tey vóru hugtikin at hesum framkomna virki, sum tøkniliga og í hugburi er so frammalaga og á altjóða støði.
Síðani varð boðið til ein góðan nátturðabita í Riberhúsi, sum Muntra stóð fyri. Tá so er, so slepst ikki uttanum ta frágera góðu høvdasúpanina, sum Pól Rustin er vorðin kendur fyri. Hendan sló heldir ikki falska mentu.
Áðrenn nátturðan fingu gestirnir eina holla kunning um húsið og søgu tess frá Petur Martin Petersen, sum kann greiða hugtakandi frá so mongum. Eisini vísti hann fram peningamyntirnar, sum S. P. Petersen í síni tíð nýtti kring virkið sítt.
Ribarhús var væl ílatið til høvið, tí Sámal Toftanes, listamálari, hevði júst hongt upp eina áhugaverda listaframsýning, sum letur upp í vikuskiftinum í hølinum, har etið varð.
Tá ið man er í Fuglafirði slepst ikki undan at syngja – og so var eisini hesaferð. Gestirnir sungu fleiri felagssangir, sum Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, spældi undir til. Tað, sum hann dugir so væl.
Men eisini manskórið Vega, ið Jógvan á Lakjuni stjórnar, sang. Tá komu allar fartelefonirnar fram bæði til at taka myndir men eisini at taka upp ljóð og kvikmyndir. Til seinast sungu øll saman við kórinum Nánd. Jú, sanniliga kórið og hugnaliga hølið hugtók gestirnar.
Mogens Lykketoft, fólkatingsformaður, takkaði fyri frálíka sangin, hugnaliga umhvørvið og góða samskiftið, sum verið hevði. Hann vísti eisini nógv til áhugaverdu kanningina, ið Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, hevið latið gjørt um kennskapin, vanligi danin hevur til føroysk viðurskifti, ið boðar frá, at her kundi verið betri.
Tí takkaði Mogens Lykketoft eisini fyri, at tey sum gestir á hesi læruríku ferðini til Føroya vóru so heppin at hava verið so víða og fingið so nógv viðkomandi at vita. Hetta er týdningarmikil vitan í teirra starvi.
Bertel Haarder hevði fingið frænir av, at í kjallaranum í Riberhúsi vóru gamlir bátar varðveittir saman við ymiskum fiskireiðskapi. Hetta vildi hann fegin síggja, og søgurnar mundu ongan enda tikið, tí so nógv var at greiða frá. Hetta hugtók Bertel nógv, sum fekk nógv ymiskt at vita bæði frá Petur Martin Petersen, Alfred Olsen Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu.
Gestirnir takkaðu fyri hugnaligu og fjálgu løtuna í Fuglafirði, sum hevði givið temum nógv bæði av vinnuliga og mentanarliga borðiskinum.

Dávir Winther tók myndirnar.