Ribarhús

Virksemi hjá Heimavirkisfelagnum er ment so við og við - og í samstarvi við listarfólk í bygdini, varð í 2001 farið undir at skipa fyri listaframsýningum, og í juni sama ár læt Gallarí Ribarhús upp fyrstu ferð við eini framsýning. Nógv listafólk - kend og minni kend, hava sýnt fram her. Við góðum ljósviðurskiftum er Ribarhús sera væl egnað til framsýningar av ymiskum slag, og hølini kunnu eisini nýtast til smærri tónleikatiltøk.

Fólk sum hava hug at sýna fram í Ribarhúsi, eru vælkomin at seta seg í samband við Gallaríði (tlf. 444427 ella teldupost This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ).