Øll bindiáhugað eru vælkomin at luttaka. Troyggjurnar kunnu vera til kvinnur, menn, gentur og dreingir í øllum støddum. Tað er upp til tykkum at avgera.

Íblástur: gamlar myndir av føroyskum fiskimonnum í bundnum troyggjum, gamlar myndir av skúlaflokkum, bókin Føroysk Bindingarmynstur v.m.

Kappingin varir frá 25. mai til 25. august 2016.

Treytirnar eru:
1.    Tað skal vera ein troyggja – heil ella opin.
2.    Troyggjan skal vera hondbundin ella maskinbundin.
3.    Tilfarið skal vera føroyskt tógv.
4.    Mynstrini skulu vera føroysk bindingarmynstur.
5.    Snið o.a. er upp til tykkum sjálv at avgera.
6.    Á hvørja troyggju skal festast ein brævbjálvi við navni, bústaði og telefonnummari.
7.    Troyggjan skal  avleverast í lokaðum posa.

Seinasta freist at lata troyggjur inn í Piddasahandil er  25. august 2016 kl. 16:00.

Ein dómsnevnd við 3 fólkum velur síðani út millum innkomnu troyggjurnar og finnur vinnararnar, sum verða nr. 1, nr. 2 og nr. 3.

Vinningarnir eru:
1.    Gávukort til Hotel Skálavík, virði kr. 3000,-
2.    Málningur frá Frits Johannesen, virði kr. 2000,-
3.    Hondvovið ullint teppi, virði kr. 1200,-

Vinnararnir verða kunngjørdir á samkomu fyrst í septembur í sambandi við
Mentanarvikuna í Fuglafirði, har innkomnu troyggjurnar eisini verða sýndar fram.

Vit gleða okkum, og ynskja tykkum góðan arbeiðshug.
Nevndin í Fuglafjarðar Heimavirkisfelag